Fara nú at taka nummarpláturnar av 581 bilum

Løgreglan fer úr at gera næstu tíðina

Hesar næstu dagarnar fær løgreglan úr at gera við skrúvublaðnum, tí tey eru biðin um at taka nummarpláturnar av heili 581 bilum kring landið.

Tað er Akstovan, sum hevur sent løgregluni ein lista yvir fólk, sum skulu missa nummarpláturnar. Talan er um bilførarar, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár.

– Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri, at vegskatturin er goldin, politiið nummarpláturnar av bilinum, sigur Akstovan.