Fara upp um 22.000 havnarborgarar í februar

Sum gongdin í fólkatalinum er, so er fólkatalið í Tórshavnar kommunu helst omanfyri 22.000, tá februar mánaði er gjørdur upp.

1. februar í ár búðu 21.980 fólk í Tórshavnar kommunu. Fyri einum ári síðani búðu 21.607 fólk í kommununi. Tað svarar til ein vøkstur á 373 fólk. Í miðal er vøksturin sostatt 31 fólk um mánaðin og tí vera væntandi yvir 22.000 borgarar í Torshavnar kommunu tá ið februar er gjørdur upp.

Fólkavøksturin viknar ikki – vit telja 835 aftrat síðstu 12 mánaðirnar. Tann 1. februar í ár var fólkatalið 52.199 og vaks sostatt við 835 fólkum í 12-mánaðar skeiðnum 1. feb. 2019 – 1. feb. 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopi á 273, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 562, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum, skrivar Hagstovan.

Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 48.300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú framhaldandi leggjast útvið 70 fólk afturat mánaðarliga.

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal oman fyri 55 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er útvið 670-680 árliga – nakað tað sama sum í 2018, og so høgt hevur tað ikki verið síðani 2005.

##med2##

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum. Men stórur munur er millum sýslurnar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 366 fólkum og í Eysturoy við 263.

Síðan koma Vágar við 74 fólkum og Norðoyggjar við 67 fólkum, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 39 fólkum, Suðuroy við 22 fólkum, og minsti vøksturin var í Sandoyar sýslu við 4 fólkum.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í miðøkinum: í Eysturoy við 2,3%, í Vágum við 2,2% og Tórshavnarøkinum við 1,9%. So er eitt lop niður til Norðoyggjar við 1,1%. So er aftur eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,8%, Suðuroy við 0,5% og Sandoyar sýslu við 0,3%.

Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. Men tá vit rokna í mun til fólkatalið, so taka Eysturoyggin og Vágar ein størri lutfalsigan part. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, sum eisini er nakað minni enn teirra partur av øllum fólkatalinum.

Í Eysturoy búgva knappliga 23% av fólkinum í Føroyum. Men vøksturin á 263 fólk svarar til knappliga 32% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Til samanberingar búgva út við 38% av fólkinum í Tórshavnarøkinum, og vøksturin her var 366 fólk, svarandi til næstan 44% av øllum fólkavøkstrinum. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, men vøksturin her svarar bara til 8% av øllum fólkavøkstrinum.

##med3##

Í Vágum búgva knappliga 7% av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var 9%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var bara hálvttriðja %.

Verður hugt eftir einstøku kommunum er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar og Runavíkur kommunum. Men lutfalsliga er stórur munur teirra millum, har Runavíkar kommuna veksur við 3,4% og Tórshavnar við 1,7%.