Farið verður ikki undir tunlarnar Norður um Fjall næsta ár

Teir bíða til tað er koyrandi ígjøgnum Hvalbiartunnilin

Farið verður ikki undir at gera tunlarnar Norður um Fjall næsta ár.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í eini frágreiðing, nú Løgtingið av álvara fer at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár.

Í hesum sambandi vísir Fíggjarnevndin á, at eftir ætlan skal farast undir tunlarnar Norður um Fjall, tá ið Hvalbiartunnilin er sprongdur ígjøgnum. Og gongst sum ætlað verður tað næsta summar, at hann er sprongdur ígjøgnum, og so er ætlanin at hann skal verða klárur at taka í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2021.

Ímeðan tey sótu í andstøðu, hava tingfólk úr Norðoyggjum, annars óteljandi ferðir strongt á fyri at fáa gongd á arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall. 

Og síðani samgongan varð skipað, hevur Jørgen Niclasen eisini– nakrar ferðir– svarað spurningum um tunlarnar Norður um Fjall.

Hvørja ferð hevur hann boðað, at farið verður undir Tunlarnar Norður um Fjall tá ið Hvalbiartunnilin er liðugur.

Í hesum sambandi hava tingfólk sóknast eftir, hvat hann, ítøkiliga meinar við, tað vil siga, um hann meinar við, at farið verður undir tunlarnar Norður um Fjall, tá ið tað er liðugt at bora Hvalbiartunnilin næsta summar, ella um farið verður undir teir, tá ið Hvalbiartunnilin er liðugur at taka í nýtslu í fyrsta ársfjórðingi í 2021.

Men Jørgen Niclasen er ikki komin hesum nærri. Men nú Fíggjarnevndin hevur spurt hann í sambandi við at fíggjarlógin skal gerast liðug, kemur landsstýrismaðurin við einum greiðum svari, og tað er, at

»ætlanin er at tunlarnir norður um Fjall skulu koma aftaná Hvalbiartunilin, og byrjar arbeiðið væntandi í 2021«.