Farloyvisskipanin er ov stirvin

Tað er einki galið við at økja um farloyvi til pápan. Men skal upphæddin og talið á farloyvsdøgum í skipanini økjast, skal tað fyrst og fremst rættast til mammuna, heldur Arni Zachariassen.

Men yvirhøvur heldur Arni Zachariassen, at farloyvisskipanin er ov stirvin, og at hon tískil kann verða nógv fleksiblari.

 

Skipanin hevði verið frægari, um mammurnar kundu fara út aftur á arbeiðsmarknaðin so við og við, sum umstøðurnar loyvdu, sigur Arni Zachariassen. Samstundis ger hann eisini greitt, at við fleksibiliteti hevði skipanin kunna hjálpt meira undan føðing.

Les meira um pápafarloyvi í Vikuskiftissosialinum.