Farsóttanevndin kann avlýsa stór tiltøk

Farsóttanevndin setir ikki nøkur tiltøk í verk enn, men heitir á fólk um at vera varin, serliga heilsustarvsfólk og onnur, ið eru um eldri og sjúk fólk. Møguleiki er tó at seta serlig tiltøk í verk sum at avlýsa stór tiltøk, har nógv fólk koma saman

 

 

Frá tíðindafundinum. Frá vinstru: Lars Fodegaard Møller, landslæknin, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum og Shain Gaini, serlækni

Frá tíðindafundinum. Frá vinstru: Lars Fodegaard Møller, landslæknin, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum og Shain Gaini, serlækni

– Vit fylgja leiðbeiningunum hjá danska heilsustýrinum. Vit mugu síggja, hvussu støðan útviklar seg, men tað verður farsóttanevndin, ið tekur støðu til, um okkurt serligt átak skal setast í verk, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum.

Farsóttanevndini hevði fund fyrr í morgun, áðrenn tað varð almannakunngjørt, at ein føroyingur er smittaður við corana-virus.

Í nevndini eru 12-14 limur limir, og tað er fútin, ið er formaður í nevndini.

– Vit hava lógargrundar at seta tiltøk í verk. Vit skulu fylgja upp við nøkrum kunngerðum, men um danskir myndugleikar meta tað vera gagnligt, so kunnu vit eisini seta tiltøk í verk. Tað er farsóttanevndin, ið tekur støðu til hetta, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Tað er fútin, Michael Boolsen, ið er formaður í farsóttanevndini.

Landslæknin, Lars Fodegaard Møller, er eisini limur í nevndini.

– Í Danmark er ikki nakað serligt tiltak sett í verk, so sum at avlýsa stór tiltøk av ymiskum slag, har nógv fólk koma saman. Men vit hava møguleika at gera nakað. Tað er eitt amboð, sum kann nýtast, sigur hann.

Tað verður landsstýrismaðurin, ið tekur støðu, um okkurt serligt tiltak skal setast í verk.
Um sjúkan breiðir seg ótálmað, so kann tað gerast. So verður tað landsstýrismaðurin við heilsumálum, ið tekur støðu til tað, sigur Lars Fodegaard Møller.


Frá tíðindafundinum. Frá vinstru: Lars Fodegaard Møller, landslæknin, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum og Shain Gaini, serlækni