Favorittur at vinna Nobel friðarheiðurslønina

Er tilnevnd fyri sítt stríð at fáa veðurlagsbroytingarnar á dagsskránna

Fríggjadagin fæst at vita hvør fær handað Nobel friðarheiðurslønina í ár, men longu nú er ein greiður favorittur. 16 ára gamla svenska Greta Thunberg er nevniliga stórur favorittur at vinna heiðurslønina. Tað skrivar danski miðilin TV2, ið hevur hugt eftir hvør veddingarfyritøkurnar meta fær heiðurslønina.

Hjá veddingarfyritøkuni Ladbrokes fær man 150 krónur aftur, um man setir eina 100 krónuseðil upp á, at Greta Thunberg fær prísin, meðan man fær 157 krónur aftur frá Betfair og 133 krónur frá Unibet.

Greta Thunberg er tilnevnd friðarheiðurslønina fyri sítt stríð at fáa sett veðurlagsbroytingarnar á dagsskránna og átakið Skolstrejk för klimatet.

Nærmasti kappingarneytin er sambært Ladbrokes Abiy Ahmed, forsætisráðharri í Etiopia, ið er tilnevndur fyri sítt politiska arbeiði og fáa frið í lag. Um 100 krónur verða settar á, at hann fær heiðurslønina, fær man 500 krónur aftur, um so verður.

Nummar trý á listanum hjá veddingarfyritøkunum er brasilski umhvørvisforsprákarin Raoni Metuktire, ið stríðist fyri at verja Amazon regnskógin. Man fær pengarnar 9 ferðir aftur, um hann fær heiðurslønina fríggjadagin.

Á aftasta plássið er bretski forsætisráðharrin Boris Johnson. Um hann fær handað heiðurslønina fær man peningin 101 ferðir aftur.

Móttakarin av Nobels friðarheiðurslønina verður kunngjørdur 11. oktober klokkan 10 í norska høvuðsstaðnum Oslo.