Favoritturin vann Eurovision sangkappingina

Duncan Laurence úr Hollandi vann í gjárkvøldið altjóða sangkappingina Eurovision Songcontest, sum var hildin í Tel Aviv í Ísrael við sanginum »Acrade«.

Tá kappingin verður næsta ár, verður tað í Hollandi. Í gjárkvøldið eydnaðist tað DuncanLawrence at vinna sangkappingina og heiðurin við anginum »Arcade«.

Danska Leonora gjørdist nummar 12 við sanginum »Love is Forever«, sum var danska íkasti, tí 20 ára gamla songkvinnan í februar vann danska melodigrandprig í Herning og harvið atgongd til altjóða kappingina.

Seinast Holland vann var í 1975.

Eurovision var í ár hildin í Tel Aviv í Ísrael, tí songkvinnan Netta í fjør vann í Portugal við lagnum »Toy«.

Showið var metlangt – heilar fýra tímar vóru settir av til at avgreiða kappingina. Á vegnum vóru bæði fyrrverandi vinnarin úr Svøríki, Måns Zelmerlöv og superstjørnan Madonna á pallinum.

Veddingarfyritøku høvdu frammanundan gott eyga á eitt nú Hollandi, Russlandi og Avustralia. Eisini varð mett, at Svøríki fór at liggja væl fyri.

Atkvøðugreiðslan í Eurovision er býtt upp í tvær ymsar deildir. Fyrst eru tað dómsnevndiar, sum atkvøða, og her var tað Svøríki, sum lá greitt á odda.

Men tá atkvøðurnar frá hyggjarunum vórðu avdúkaðar, sá øðrvísi út.

Tí tá kom Holland á odda.

Tilsamans 41 lond vóru við í kappingini, sum í ár varð hildin fyri 64. ferð.

20 lond megnaðu at koma ígjøgnum tær báðar hálvfinalurnar, sum vóru hildnar týskvøldið og hóskvøldið, meðan seks lond, sum siður er, koma beinleiðis í finaluna. Sum vertsland var Ísrael tryggjað eitt pláss saman við teimum fimm londunum, sum gjalda størsta partin av Eurovision-rokningini; Týskland, Bretland, Spania, Italia og Frankaríki.

Danmark gjørdist nummar 9 í fjør og hesaferð nummar 12. Í 2017 gjørdust Danmark og Anja Nissen nummar 20.

Seinast Danmak vann Eurovisin var í 2013, tá Emmelie de Forest tók alt Evropa á bóli við »ONly Teardrops«.

Fyrr hava Brødrene Olsen vunnið kappinga við »Fly On The Wings Of Lofe« í 2000 og Grethe og Jørgen Ingeman við »Dnasevise« í 1963.

 

/ritzau/