Federer v. Nadal fyri 40. ferð

Lagt er upp til stórdyst, tá tennisrisarnir møtast í Wimbledon semifinaluni

Roger Federer skal í morgin møta Rafael Nadal í Wimbledon semifinaluni. Bæði Federer og Nadal verða av teimum flestu roknaðir millum bestu tennisleikarar, ið nakrantíð hava verið. Lagt er upp til eitt brak av einum dysti, tí av teimum 39 ferðunum, teir hava spælt móti hvørjum øðrum, hevur Nadal vunnið 24.

Tað skal tó sigast, at teir bert hava spælt á grasi móti hvørjum øðrum tríggjar ferðir, og Federer hevur vunnið tvær av teimum uppgerðunum. Haraftrat er Federer munandi tryggari á grasi í mun til Nadal, ið trívist best á leiri.

Í hinari semifinaluni spælir toppseedaði Djokovic móti Bautista Agut. Hóast Djokovic uttan iva er størri leikarin, so hevur Agut staðið seg væl móti Djokovic higartil, og hevur vunnið tríggjar av teimum tíggju ferðunum, ið teir hava møtst - teirra millum seinastu ferð.

Tað er heldur áhugavert, at miðalaldurin hjá finalistunum 33,5 ár.

Semifinalurnar hjá kvinnunum eru longu komnar upp á pláss, og Serena Williams og Simona Halep eru í finaluni. Williams vann í dag 6-1 6-2 á Barboru Strycovu, meðan Halep vann 7(7) - 6(5) á Elinu Svitolina. Wimbledon finalan fyri kvinnur verður leygardagin.