Feðgar hava konsert í Vágs kirkju

Sunnudagin hin 22. nov. kl. 15 verður konsert í Vágs kirkju við feðgunum báðum
Martin og Tóra Restorff Jacobsen.

Fyrrverandi presturin Martin Restorff Jacobsen starvast nú sum organistur við Vágs- og Sumbiar kirkju. Hann fer at spæla á flyglið í kirkjuni, meðan sonurin Tóri, sum er leiðari fyri Nes sóknar Musikkskúla, fer at spæla á sello.

Úr skránni kann nevnast tango úr Argentina, romantiskir tónar av russiska tónaskaldinum Tjaikovski (1840-1893) og franska Gabriel Fauré (1845-1924).

Umframt at leggja oyru til vakrar sello- og flygiltónar hendan lítla tíman sunnudagin seinrapartin, fáa áhoyrarnir eisini høvi til at gerast virknir: tveir vakrir felagssálmar úr Uppískoytinum (til sálmabókina) verða eisini á skránni saman við pípunum í gamla Olsen orglinum frammi í kóri. - Tá hon í 1872 kom í Vágs kirkju, vóru Tjaikovski og Fauré ávikavíst 32 og 27 ára gamlir unglingar. Enn tann dag í dag er tónleikur teirra tó spelkin sum unglingin, verður sagt í tíðindaskrivi.