Fegnast um góðu undirtøkuna fyri bátastevnuni (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, ið er ein av høvuðsfyrireikarunum av bátastevnuni í Vestmanna

Bárður á Steig Nielsen fegnast um enn eina væleydnaða bátastevnu í Vestmanna (Savnsmynd)

Bárður á Steig Nielsen fegnast um enn eina væleydnaða bátastevnu í Vestmanna (Savnsmynd)

##med2##

Fyri at runda sendingina "Bátaradio" hjá FM1 av gjørdi reportarin hjá FM1, Vilmund Jacobsen samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, ið er ein av høvuðsfyrireikarunum aftanfyri bátastevnuna í Vestmanna.

Bárður á Steig Nielsen staðfestir enn einaferð eina framúr góða undirtøku fyri bátastevnuni í Vestmanna, og standa 94 bátar tilmeldaðir umframt nógvar kampingvognar og nógvar aðrar stevnugestir.

Aðrar umstøður hava órógvað Bárð í at taka líka nógv tørn í fyrireikingunum til bátastevnuna hesaferð, men hann staðfestir gleðiliga, at nógv góð fólk í Vestmanna hava traðkað til og hava fingið alt at samvirka væl á bátastevnuni.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen. 

Bárður á Steig Nielsen fegnast um enn eina væleydnaða bátastevnu í Vestmanna (Savnsmynd)

(Samrøða við Bárð á Steig Nielsen)