Fegnast um nýtt bústaðarmynstur

- Umframt at leigubústaðir verða bygdir, verða eisini nøkur tvíhús bygd í nýggju útstykkingini við Bøveg, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.

 

Her við Bøveg eru øll grundstykkini seld, og her verða eisini bygd tvíhús.

Her við Bøveg eru øll grundstykkini seld, og her verða eisini bygd tvíhús.

 

Íbúðarverkætlanin Úti á landi í Fuglafirði er komin so mikið væl áleiðis, at jørðarbeiðið, sum hevur verið boðið út, fer í gongd fyrsta dagin. Kommunan ger økið byggibúgvið og hevur tryggjað sær, at fólk eldri enn seksti ár fáa framíhjárætt at leiga nakrar av teimum tilsamans 18 íbúðunum. Niðan fyri íbúðirnar, sum fara at hava tvey og trý kømur, verður ein træbrúgv, sum gangast kann eftir.

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, fegnast um, at áhugin at tekna seg til leiguíbúðirnar í Fuglafirði er stórur, og hann hevur skilt á felagnum, sum eigur verkætlanina, at rættiliga nógv fólk hava skrivað seg upp til íbúð. - Her eru møguleikar at byggja einar 18 íbúðir aftrat. So, hetta er ein fantastisk verkætlan, sum skjøtil nú er settur á, har tær fyrstu 18 íbúðirnar ætlandi verða klárar í 2022.

Borgarstjórin sigur seg hava skilt, at fleiri av teimum, sum hava teknað seg til leigubústað, eru seksti ár og eldri, og tað kann - alt annað líka - fara at merkja, at nøkur hús í Fuglafirði í framtíðini fara at gerast tøk hjá yngra ættarliðnum.

Annars eru tað fólk í øllum aldri, sum vísa íbúðunum áhuga.

- Eg havi eisini skilt, at onkur familja hevur teknað seg, sum býr uttanlands, og sum nú hevur í hyggju at koma heim aftur til Fuglafjarðar at búgva við børnum, sigur Sonni á Horni, sum heldur, at ein av fyrimununum við leiguíbúðum í mun til eigaraíbúðir er, at fólk altíð vilja búgva í einari leiguíbúð. Hinvegin kann ein eigaraíbúð verða brúkt sum summarhús og soleiðis koma at standa tóm ein fittan part av árinum.

Borgarstjórin vísir á, at tað, sum Fuglafjørður í fyrsta lagi tørvar, er, at familjur seta búgv í kommununi, og haraftrat ynskir kommunan at bjóða teimum, sum heldur vilja búgva í leiguíbúð, ein frálíkan bústaðarmøguleika.

Í nýggju útstykkingini á Kambsdali eru eini hús komin upp, og tey næstu eru á veg. Í nýggju útstykkingini við Bøveg eru øll grundstykkini seld, og her eru nøkur hús á veg, harav fyrsta familjan kann flyta inn fyrsta dagin.

- Øll grundstykkini við Bøveg eru planerað, og vit hava broytt ætlanina soleiðis, at tvíhús kunnu byggjast á trimum av grundstykkjunum í hesi útstykking, sigur Sonni á Horni, sum vísir á, at múrurin millum tey fyrstu tvíhúsini er komin upp. Tað eru tvey feløg, sum byggja tvíhús við Bøveg, harav annað felagið umhugsar at geva keyparum møguleikan at innrætta húsini sjálvi.

Í aðrar mátar kunnu fólk eisini fáa veitaran at byggja húsini liðug.

- Okkum dámar væl at fáa flest møguligar búeindir burtur úr tí lendi, vit hava, sigur Sonni á Horni, sum vísir á, at aðrastaðni í Fuglafirði eru eisini nøkur sethús í gerð.

Sjálvur heldur Sonni í Horni, at tað er ein høgligari og betri máti, tá kommunan stendur fyri planeringini av grundstykkjum.

- Jú, eg haldi, tað er ein góður máti, at kommunan ger grundøkini byggibúgvin heldur enn, at hvør einstakur, sum ætlar at byggja, ger sín egna útgevstur. Tað eigur eisini at vera bíligari fyri flestu partar, tá planeringin verður gjørd undir einum, og hetta eigur eisini at tryggja, at arbeiðini millum grannagrundstykki og atkoman til grundstykkini verður snøggari. 

Borgarstjórin leggur aftrat, at tað serliga var, tá grundstykkini við Bøveg vóru planerað, at áhugin fyri økinum gjørdist stórur, og øll grundstykkini vórðu seld.

Í Sosialinum, sum kom mikudagin, er serblað um kommunuvalið, sum stundar til, og her er eisini prát við borgarstjórarnar í Eysturoy, Sonna á Horni, Jóhan Christiansen, Tórbjørn Jacobsen, Jóhannus Danielsen, Artur Johansen og Jógvan í Skorini.

Her við Bøveg eru øll grundstykkini seld, og her verða eisini bygd tvíhús.