Feilur í A320neo rakar Lufthansa og SAS – men ikki Atlantsflog

Lufthansa, BA og SAS steðga søluni av setrum í aftastu røð í nýggju Airbus A320neo flogførunum

Mynd: Airbus

Mynd: Airbus

Trupulleikar við tyngdapunktunum í nýggju A320neo flogførunum hjá Airbus er orsøkin til, at millum annað danska flogfelagið SAS, bretska flogfelagið British Airways og týska flogfelagið Lufthansa steðga allari sølu av setrum í aftastu røð umborð á flogførunum.

Tað er evropeiski loftferðslumyndugleikin, EASA, ið hevur víst á møguligar trupulleikar við tyngdapunktinum í A320neo flogførunum, ið kann loysast við ikki at brúka aftastu røðina av setrum.

Eisini Atlantic Airways hevur ognað sær eitt nýtt flogfelag av slagnum Airbus A320neo, meðan trý onnur eru á veg, men sambært Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways, hevur nýggja flogfarið hjá Atlantsflog ikki hendan trupulleika.

- Tað eru A320neo flogførini við 180 setrum, ið hava handan trupulleikan, men okkara flogfør hava einans 174 setur. Vit hava ikki hasa eyka setrini, tí vit ynsktu betri pláss millum setrini, tá vit bíløgdu flogfarið, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

##med2##

Sambært danska miðlinum chek-in.dk er trupulleikin einans avmarkaður til tey A320neo flogfør, ið hava Space Flex-klivar. Tað eru flogfør, ið eru serliga gjørd fyri at taka hædd fyri fólki við rørslutarni.

Mynd: Airbus

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways