Feilur umborð elvdi til falskt neyðarkall

Ein feilur í sendaranum gjørdi, at skipið sendi neyðarkall til MRCC og onnur skip

 

 

MRCC fekk í morgun eitt neyðarkall frá einum skipi í Eiðisflógvanum. Talan vísti seg tó at vera um ein feil í sendaranum hjá skipinum. Tað skrivar MRCC á heimasíðu síni.

Tað var um níggju tíðina í morgun, at bæði MRCC-støðin og fleiri skip í økinum fingu neyðarkall frá einum skipi nærhendis Eiði.

Málið bleiv tó skjótt loyst, tá MRCC-støðin fekk samband við skipið og staðfest bleiv, at talan var um ein feil í sendaranum. Sambært yvirlitinum hjá MRCC tók tað einans tveir minuttir frá tí, at MRCC fekk neyðarkallið til støðan var avklárað.