Fekk bót fyri at selja sigarettir á internetinum - men hann slapp bíliga

Í Føroyum er tað ólógligt at lýsa við sigarettum - eisini á internetinum

Føroya rættur hevur nú dømt ein mann at rinda 1 000 krónur í bót fyri at selja sigarettir á internetinum.

Hann lýsti tvey kartong av sigarettum til sølu fyri 500 krónur á Facebook.

 

Les meiri her: Ákærdur fyri at selja sigarettir á internetinum

 

Føroyar hava eina stranga tubbakslóg og ein partur av henni er, at tað er ikki loyvt at lýsa við sigarettum.

Maðurin játtaði at hava selt sigaretturnar, men hann noktar seg sekan í at hava brotið lógina, tí hann visti ikki, at tað var ólógligt at selja sigarettir á internetinum.

Men hann játtaði samstundis, at hann visti, hvussu strangt tað er hjá handlum at selja sigarettir og tískil er tað niðurstøðan hjá Føroya Rætti, at hann hevur víst stórt óansni við at lýsa við sigarettum á internetinum, uttan at kanna eftir um tað var lógligt ella ikki.
Tá ið tubbakslógin varð gjørd, lá tað í kortunum, at bótin fyri at bróta hana skuldi vera ímillum 5.000 krónur og 20.000 krónur.

Men í hesum føri helt Føroya Rættur, at tað var hóskandi við eini linari revsing, so maðurin slapp bíliga.

Rætturin sigur, at talan var um eina lítla nøgd, og harumframt vórðu tær ikki seldar við vinningi fyri eyga og tann, sum keypti tær, var yvir 18 ár, og sostatt var keyparin myndugur. Samstundis var hetta fyrsta lógarbrotið hjá manninum.

Sostatt fekk maðurin 1.000 krónur í bót.