Fekk línu um skrúvuna – Brimil kom til hjálpar

Um middagsleitið í gjár vóru boð eftir vaktarskipinum Brimil, tí ein útróðrarbátur norðanfyri hevði fingið eina línu um skrúvuna. Tað upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.

- Teir hildu seg hava fingið eina rekalínu um skrúvuna og tordu ikki tendra aftur. Tí ynsktu teir hjálp at sleppa aftur til Klaksvíkar. Brimil var einans ein tíma frá bátinum, so teir tóku uppgávuna á seg, sigur vakthavandi.

Brimil sleipaði útróðrarbátin til Klaksvíkar, har kavararnir hjá vaktarskipinum fóru á sjógv fyri at skera línuna av skrúvuni.

Og tað gekk væl, tí Brimil kom á Klaksvíkina um hálvgum átta tíðina í gjárkvøldið og klokkan 21 vóru kavararnir lidnir við arbeiðið.