Fekk nýggja súkklu frá súkklustjørnu

Tjóvur fór avstað við súkklu hjá Korona-lækna, men súkklustjørna var til reiðar at hjálpa.

Luke Row og University Hospital of Wales, haðani súkklan varð stolin.

Luke Row og University Hospital of Wales, haðani súkklan varð stolin.

Tom Roberts, sum er lækni á University Hospital of Wales í walisiska høvuðsstaðnum, Cardiff, hevur strævnar dagar á vøkudeildini (intensiv, red), har hann tekur sær av Korona-smittaðum sjúklingum.

Hann súkklar til og frá arbeiði, og nú ein dagin, tá ið hann skuldi súkkla heimaftur eftir ein drúgvan arbeiðsdag, varnaðist hann, at súkklan var stolin.

- Til tann persónin, sum stjól mína súkklu meðan eg var til arbeiðis á vøkudeildini: eg vóni, at tú nýtur hana, skrivaði ein vónbrotin Tom Roberts á Twitter.

Túsundtals fólk dámdu og viðmerktu uppslagið hjá Tom Roberts. Ein teirra var walisiska súkklustjørnan hjá Team INEOS, Luke Rowe, og hann var eisini til reiðar at hjálpa.

- Skriva mær eini privatboð, vinurin, viðmerkti Luke Row, sum síðani gav læknanum eina spildurnýggja súkklu.

- Hetta var als ikki neyðugt, men sera pent gjørt av honum. At merkja allar tær hjálpandi hendurnar styrkir trúnna á menniskju, sigur Tom Roberts í samrøðu við BBC.

Tom Roberts heldur tað vera óhugnaligt, at nakar kann koma sær at stjala eina súkklu uttanfyri eitt sjúkrahús, og at hann ikki gjørdi Twitter-uppslagið fyri at fáa hjálp, men fyri at vita um onnur ikki eisini hildu tað var óhugnaligt.

Luke Rowe, sum kom læknanum til hjálpar, er 30 ára gamal og úr Cardiff. Hann hevur súkklað øll síni professionellu ár við Team INEOS, sum fyrr æt Team Sky.

Luke Row og University Hospital of Wales, haðani súkklan varð stolin.