Ovari bakkin hevur vørugreinan (til vinstru), meðan niðari ikki hevur, og tað er kjøtið við vørugreiningini, sum sambært Matvørustýrinum er ólógligt.

Fekk stóra bót fyri lítið mistak

Ein Kvickly-handil í Ribe fekk 80.000 krónur í bót, tí vørulýsingin á sjey kjøtbakkum ikki var fullfíggjað.

 

 

Ovari bakkin hevur vørugreinan (til vinstru), meðan niðari ikki hevur, og tað er kjøtið við vørugreiningini, sum sambært Matvørustýrinum er ólógligt.

 

Kvickly Ribe stendur spyrjandi, tí handilin hevur fingið eina bót frá Matvørustýrinum á 80.000 krónur. Orsøkin er, at vørulistin yvir, hvat var í sjey bakkum av kjøti, sum stóðu í diskunum, ikki var fullfíggjaður.

Á viðheftu mynd sært tú neyvan, hvørjir kjøtbakkar ikki eru í lagi, og hvørjir ikki eru tað.

Handilsleiðarin í Kvickly Ribe hevur góðtikið bótina frá Matvørustýrinum, men samstundis rópar hann hendingina eitt býtt mistak, eins og hann heldur, at bótin er uttan fyri allar proportiónir, sum hann tekur til.

Tilsamans hevði Kvickly framleitt átta bakkar av hesum "ólógliga" kjøti, harav hin eini var seldur, og sjey aðrir vórðu tiknir av hillunum, tá Matvørustýrið vitjaði handilin hin 22. juli í ár.

Bótin, sum handilin hevur fingið, snýr seg tískil ikki um, at Kvickly Ribe hevur selt vánaligt kjøt, men hon er givin, tí handilin ikki hevur merkt  hesar kjøtbakkarnar rætt.

Á myndini sæst, at ovari bakkin hevur vørugreinan (til vinstru), meðan niðari ikki hevur greinan, og tað er kjøtið við vørugreiningini, sum sambært Matvørustýrinum er ólógligt.

- Vørugreiningin fortelur um kjøtið, men í bakkanum er eisini ein blanding av grønmeti og osti. Hetta stendur ikki í vørulýsingini, og tað er eitt menniskjaligt mistak, sigur handilsleiðarin í Kvickly Ribe, Peter Lauritzen.

Ovari bakkin hevur vørugreinan (til vinstru), meðan niðari ikki hevur, og tað er kjøtið við vørugreiningini, sum sambært Matvørustýrinum er ólógligt.