Fer møguliga til løgtingsformannin

Bárður á Steig Nielsen ásannar, at tað kann vera trupult at fáa semju um eina nýggja samgongu

- Um vit ikki koma til sættis um nakað seinni í dag, so verði eg nokk noyddur at boða løgtingsformanninum frá, at vit koma ikki á mál. So mugu nokk eg og løgtingsformaðurin taka støðu til hvat hendir víðari.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkin, við Árna Gregersen, tá teir tosaðu saman í tíðindasendingini hjá FM1 á middegi.

Aftaná at Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava verið í samráðingum um eina nýggja samgongu síðan løgtingsvalið 31. august, er nú nærum einki samband millum partarnar. Og sambært samráðingarleiðaranum er eingin fundur á skránni í dag.

- Tað hevur verið eitt avmarkað samskifti millum partarnar í morgun, men vit hava higartil ikki avtalað nakran nýggjan fund, segði Bárður á Steig Nielsen.

Tað var í gjárkvøldið, at tað gjørdist greitt, at flokkarnir hava trupult við at blíva samdir um býtið av landsstýrissessum. Men hóast partarnir ikki sita saman í dag, hevur sambandsformaðurin góðar vónir um, at tað fer at eydnast at finna eitt felags stev.

- Eg havi framhaldandi vónir um, at vit skulu náa mál, men í løtuni eru ósemjur, ið vit ikki tykist at finna finna eina loysn á, og tí mugu vit gjøgnumhugsa hvat kann gerast kann fyri at taka tey síðstu tøkini í felag.

Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.