Fer nú at viðgera trupulleikan á Føroya Tele

Alt hevur ligið stilt í eina tíð, men nú verður tað tikið upp aftur

 

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer nú at taka málið um Føroya Tele upp aftur. Tað staðfesti hann í Løgtinginum í gjár.

Føroya Tele liggur í kreppu eftir at bæði nevndarformaðurin og tjórin, søgdu seg úr starvi herfyri. Stjórin er kortini til arbeiðis enn, tí eftir sáttmálanum hevur hann seks mánaða uppsagnartíð.

Uppsagnirnar komu í kjalarvørrinum á ætlanini hjá samgonguni at skilja samskiftisnetið heilt frá Føroya Tele. Sum støðan er nú, er samskiftisnetið í einum felag, sum eitur Net, og sum er dóttirfelag hjá Føroya Tele, men samgongan ætlar at taka tað heilt burtur úr Føroya Tele.

Tað eru stjórin og nevndarformaðurin ósamdir í og tí søgdu teir seg úr starvi. Ein onnur orsøk til uppsagnirnar er, at stjórin í Føroya Tele er koyrdur úr nevndini í Net. Hann vil nevniliga ikki hava ábyrgdina av einum dótturfelag, sum hann einki innlit hevur í.

Jørgen Niclasen segði tá, at hann skuldi á fund við leiðsluna í Føroya Tele fyri at fáa greiði á støðuni, men so hoyrdust einki aftur.

Í løgtinginum í gjár spurdi Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, hann, hvussu málið liggur, efftir at alt arbeiðið at menn okkum á samskiftisøkinum, hevur ligið stilt í eitt ár, orsakað av politiskari uppílegging, sum hann tók til

Hann sipaði enn einaferð til, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, var í starvi hjá kappingarneytanum, Nema, og hann ávaraði samgonguna ímóti bara at arbeiða fyri tí eina felagnum, heldur enn fyri tí, sum gagnaði samfelagnum best.

Samstundis heldur hann, at tað er neyðugt at hava eitt stórt, og sterkt felag, sum kann gera allar tær stóru íløgurnar, sum krevjast fyri at menna okkum á hesum øki.

Jørgen Niclasen gjørdi greitt, at Landsstýrið hevur ikki lagt seg út í avgerðir hjá Føroya Tele.

– Tvørtur ímóti hava vit gjørt greitt, at Føroya Tele skal virka á handilsligum grundarlagi og at tað er leiðslan á Føroya Tele, sum hava avgerðarrættin, segði hann.

Men hann staðfestur eisihi, at tað er avtalað í samgonguskjalinum, at Føroya Tels skal skiljast sundur. Í hesum sambandi er ætlanin at skilja fjarskiftisnetið frá restini av Føroya Tele og tað skal gerast fyri at tryggja kapping og fyri at tryggja gjøgnumskygni.

Samstundis ásannar hann eisini, at tað er ótrúligt, sum Føroya Tele er ment, síðani kapping varð á økinum. Men hann sigur eisini, at dømi eru um, at tað ikki er so lætt hjá øðrum veitarum at sleppa fram at netinum.

Hann sigur, at orsøkin til, at meiri ikki er hent í málinum, er, at arbeiðið við fíggjarlógini er farið við allari tíðini. Men nú er ætlanin at fara undir samskiftið við leiðsluna á Føroya Tele fyri at fáa eina góða loysn, sum hann málbar seg. Endamálið er at tryggja kapping, og tað verður uppgávan hjá teimum í Føroya Tele at meta um, hvussu tað kann gerast best, legði hann afturat.

Brandur Sandoy, tingmaður fyri Flokkaflokkin sigur, at talan skal ikki vera um at einskilja fjarðskiftisnetið, tí hann tekur ikki undir við, at tað verður selt privatum. Netið skal vera á almennu hondum, gjørdi hann greitt.

Bjørt Samuelsen tingkvinna Tjóðveldi, sigur, at hon leggur til merkis, at landsstýrismaðurin tosar varliga, og hon vónar, at tað er tekin um, at hann umhugsar málið gjølliga.