Ferðafólk í Noregi fekk stóra bót fyri fiskiveiði

Sum ferðafólk hevur tú ikki loyvi at fara úr Noregi við óavmarkaðum nøgdum av fiski ella fiskavørum.

 

Eitt útlendskt ferðafólk í Noregi hevur fingið eitt sektaruppskot á 24.000 norskar krónur, eftir at viðkomandi varð steðgaður á veg úr Noregi við 90 kilo ov nógvum fiski í bilinum.

Tað veit NTB at siga í dag.

Ákærumyndugleikin kom við sektaruppskotinum, eftir at ferðafólkið varð steðgað av tollarum í dag, upplýsir løgreglan í Troms á Tvitter.

Sambært reglunum kanst tú hava við tær upp til 10 kilo av fiski ella fiskavørum frá egnari fiskiveiði, tá tú fert úr Noregi.

Men, um tú hevur fiskað hjá einum skrásettum felag, sum bjóðar ferðavinnufisking, kanst tú hava við tær í mesta lagi 20 kilo av fiski ella fiskavørum.