Ferðafólk skulu av Svalbard í kvøld

Øll ferðafólk, sum eru komin til Svalbard seinastu vikurnar, verða nú send til Oslo ella Troms.

 

 

Myndugleikarnir á Svalbard hava gjørt av, at øll ferðafólk, sum eru komin til Svalbard eftir hin 27. februar í ár, skulu av aftur oynni í kvøld. Tað skriva lokalu myndugleikarnir í Longyearbýnum á sínum Facebook-síðum. Orsøkin er corona-óttin.

- Longyearbýurin er eitt ógvuliga lítið og sárbart samfelag. Vit hava eitt lítið sjúkrahús til bráðfeingis viðgerðir, og vit hava næstan ongar almennar heilsutænastur. Samstundis hava vit nakrar tænastur fyri okkara lokalu borgarar, sum skulu liva og virka her.

Myndugleikarnir á Svalbard siga, at tey tískil mugu hugsa um lokala fólkið og taka øll neyðug atlit, soleiðis sum støðan er í løtuni. Flogfar fer tískil úr Longyearbýnum í kvøld klokkan 23.55 við ferðafólkum.

Corona-smittan hevur seinastu tíðina órógvað bæði íbúgvar og lokalu leiðsluna á Svalbard, og fyrr í hesi vikuni vórðu fleiri fólk í Longyearbýnum sett í sóttarhald, men í løtuni er eingin staðfestur positivur.

- Vit eru so fá í Longyearbýnum, og vit eru fá, sum hava ábyrgd av ymisku funktiónunum, vinnulívi og tænastum. Tí kann tað verða so skjótt, at alt samfelagið liggur lamið, um vit fáa eitt virus-útbrot, sigur leiðarin fyri lokalu myndugleikarnar, Arild Olsen.

Fríggjadagin varð gjørt av, at eingin úr londum uttan fyri norðurlond fær loyvi at koma til Longyearbýin orsakað av óttanum fyri corona-smittu.

- Higartil er eingin staðfestur smittaður í býnum, og vit ynskja alt tað besta fyri okkara ferðafólk. Tað gera vit best við at flúgva tey til Oslo, sum hevur eitt væl útbygt heilsuverk at taka sær av møguligum corona-trupulleikum, skriva lokalu myndugleikarnir á Svalbard á sínum Facebook-síðum í kvøld.