Ferðafólk sleppa ikki inn – mugu bíða úti í regninum

Vit bíða eftir svari frá Strandferðsluni og Landsverki

Ferð aftaná ferð hendir tað, at ferðafólk standa úti í kulda og regni á Krambatanga, tí tey ikki sleppa inn í farstøðina.

Hurðin til farstøðina er nevniliga ikki opin frá morgni til kvøld, men bara beint áðrenn og beint aftaná fráferð hjá Smyrli.

Vit hava fingið myndir sendandi frá lesara, sum heldur, at hetta er for galið. Á myndunum síggja vit tríggjar ungar manns, sum standa úti í illveðrinum, og aftaná at hava staðið í eina løtu, settu teir eitt telt upp.

Lívligt kjak hevur verið um hetta á Facebook, har flest øll eru samd um, at mann kann ikki bjóða ferðafólki at reka tey á dyr í so ringum veðri.

##med2##

Fleiri av viðmerkjarunum siga, at tey hava gjørt vart við trupulleikan gjøgnum fleiri ár. Men enn er einki hent í málinum, og bæði Landsverk, Strandferðslan og Tvøroyrar kommuna kasta ábyrgdina víðari frá sær, siga viðmerkjararnir. 

Tvøroyrar kommuna sigur við in.fo, at tey hava einki við hetta málið at gera.

– Tað er Landsverk, sum eigur bygningin, men Strandferðslan rekur hann. Vit hava boksast við hesum málinum leingi, men tað hendir bara einki, siga tey úr Tvøroyrar kommunu.

In.fo hevur vent sær til bæði Landsverk og Strandferðsluna fyri at spyrja um hetta, men vit hava ikki fingið svar enn.