Ferðafólk streyma eina seinastu ferð upp á Ayers Rock

Í dag er síðsti kjansurin at klintra upp á kenda steinin

Mynd: Ritzau / Scanpix

Mynd: Ritzau / Scanpix

Ferðafólk flokkast í hesum døgum til víðagitna steini Uluru, ið nokk er betri kendur undir gamla navninum Ayers Rock, í Avstralia, nú síðsti møguleiki er at fara upp á steinin eina seinastu ferð. Frá í morgin av er nevniliga bannað at fara upp á steinin, sum av upprunafólkinum verður mettur at vera eitt heilagt stað.

Tað er bretska tíðindastovan BBC, ið skrivar um stóru mongdirnar av ferðafólkum, ið vilja sleppa upp á steinin eina seinastu ferð.

Upprunafólkið hevur javnan heitt á ferðafólk og myndugleikar, um at virða at talan er um eitt heilagt stað, og ikki fara upp á steinin. Og í 2017 fingu tey myndugleikarnar at viðurkenna og seta í verk eitt forboð, ið kemur í gildið í morgin. Myndugleikarnir grundgav avgerðina við, at talan var um eitt heilagt stað og at ferðin upp á toppin var vandamikil.

Aftaná bannið bleiv lýst í 2017 valdu einans 16 prosent av teimum vitjandi at klintra upp á steinin, men nú síðstu møguleikin er at fara upp á steinin er talið av ferðafólkum voksið nógv. Sambært metingini hjá BBC gera hundraðtals av fólkum eina síðstu roynd at sleppa upp á steinin í dag.  

Mynd: Ritzau / Scanpix

Mynd: Ritzau / Scanpix

Mynd: Ritzau / Scanpix