Ferðamaður noktaði at lata seg kanna á flogvøllinum

Men hann fekk valið ímillum at lata seg kanna, ella at verða sendur retur

 

 

Hetta var maðurin ikki vanur við, men tað lætnaði tá ið hann fekk at vita, hvussu tað gongur fyri seg. Savnsmynd

Hetta var maðurin ikki vanur við, men tað lætnaði tá ið hann fekk at vita, hvussu tað gongur fyri seg. Savnsmynd

Øll fólk, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna fyri koronu, áðrenn tey sleppa inn um mark og tað eru viðurskifti, sum ferðafólk góðtaka, tí tað er eingin sum mótmælur.

Men í gjár var tað ein ferðamaður, sum noktaði at lata seg kanna, tá ið hann var komin til Føroya við tí seinna flogfarinum í gjár.

Starvsfólkið á kanningarstøðini boðaðu løgregluna frá, men tá ið løgreglan kom á staðið, var maðurin longu farin av flogvøllinum.

Løgreglan sigur, at tey fingu greiðu á, hvør maðurin var, og so var farið at leita og eftir nakað av kanningum varð funnið fram til, hvørjum hotelli hann skuldi gista á.

So tá ið hann kom á hotellið, stóð løgreglan fyri honum og har fekk hann tvinnar kostir í at velja: Antin læt hann seg kanna fyri koronu, ella varð hann handtikin og settur í varðhald og sendur av landinum aftur við fyrsta flogfarinum í morgun.

Men tað vísti seg at maðurin hevði misskilt okkurt, tó tað, hann var vanur viði heimlandinum, var, at tá ið fólk vórðu kannað fyri koronu, verða tey podað ígjøgnum nøsina – og tað var so hann bebbaræddur fyri, tí tað var so óbehagiligt, at tað noktaði hann fyri.

– Tá ið vit so forkláraðu honum, at í Føroyum verða fólk podað í munninum, gekk betur. Sostatt varð førdur aftur á flogvøllin, har hann var kannaður, og annars varð hann biðin um at halda seg fyri seg sjálvan á hotellinum til svarið var komið.

Hetta var maðurin ikki vanur við, men tað lætnaði tá ið hann fekk at vita, hvussu tað gongur fyri seg. Savnsmynd