Ferðamaður var umhugsin - sluppu undan at seta leiting í verk

Løgreglan vildi ynskt, at meiri varð gjørt burtur úr hesum mátanum

Í gjárkvøldið varð stór leiting sett í verk eftir eini ungari kvinnu, sum var farin í hagan í Sandvík, men sum ikki kom aftur í aftur, sum ætlað. Men leitingin varð avblást aftur eftir nakrar tímar, tí tað vísti seg, at kvinnan hevði broytt ætlan og var endað aftur í Havnini.

 Men seinnapartin í gjár boðaðu boðaðu fólk norðanfyri eisini løgregluni frá, at tey stúrdu fyri einum ferðamanni, sum var farin í hagan.

Hann segði sett bil frá sær við vegin, men var so leingi burtur, at fólk ringdu til løgregluna, tí tey vóru bangin um hann.

Men tá ið løgreglan kom til bilin, lá ein seðil í bilinum, har ferðamaðurin hevði skrivað ymsar upplýsingingar um seg sjálvan. Eitt nú hevði hann skrivað telefonnummarið hjá sær upp, og eisini nær hann væntaði at vera aftur.  Og hann hevði skrivað, at hann skuldi ikki vera aftur fyrr enn í dag og løgreglan sigur, at í hesum føri sluppu tey sostatt undan at seta leiting í verk.

Løgreglan sigur, at tá ið ferðafólk koma til landið, fáa tey -í summum førum- ein seðil við sær til sama endamál, nevniliga at skriva ymsar upplýsingar á, og nær tey vænta at vera aftur.

Men tey kundu hugsað sær, at meiri varð gjørt burtur úr hesum, soleiðis, at øll, sum hýsa ferðafólki, hava slíkar seðlar til útflýggingar.