Ferðamannaskip skapa eisini órógv í Nuuk

- Vit bíða í spenningi eftir at vita, um avlýsingar fara at koma, sigur havnarstjórin í Nuuk.

 

Tað er ikki bara í Føroyum, at ávíst órógv er um ferðamannaskip, sum ætla sær til Føroya í summarvertíðini. Óttin fyri corona-smittu og tað, at nøkur ferðamannaskip aðrastaðni longu hava verið rakt, ger, at hesir útlendsku gestir skapa ein ávísan ótta.

Havnarstjórin í Nuuk, John Rasmussen, sigur við Sermitsiaq, at ætlandi koma 41 ferðamannaskip til Nuuk í vertíðini, sum stundar til - ella frá mai mánaði og til september.

- Tað eru fleiri mánaðir síðan, vit fingu at vita, hvussu mong skip ætla sær higar. Men, eg noyðist at viðganga, at vit bíða í spenningi eftir at vita, um tað fara at koma avlýsingar, leggur hann aftrat.

Nøkur ferðamannaskip kring heimin eru vorðin rakt av krøvum um sóttarhald, tí illgruni er um, at ferðafólk eru rakt av corona-virus. Spurningurin er, um keðiliga gongdin og umrøðan í hesum sambandi kann fáa fólk, sum ætla sær við ferðamannaskipum, at halda seg aftur.

Havnarstjórin í Nuuk, John Rasmussen, sigur, at tey nú hava sett harðari treytir til ferðamannaskip og onnur útlendsk skip, sum koma til býin.

- Vit krevja av útlendskum skipum og ferðamannaskipum, at skipini, áðrenn tey koma, senda eina "Maritime Declaration of Healh". Her skal skiparin vátta, at smittandi sjúkur ikki eru umborð á skipinum.

Havnarstjórin leggur aftrat, at tey í hvørjum einstøkum føri vilja tryggja sær, at hetta skjal er fylt út og váttað, áðrenn skipini sleppa til bryggju.

- Skuldi tað hent, at "Maritime Declaration of Health” gevur ábendingar um, at corona-virus er umborð á skipinum, skal skiparin fylgja boðunum frá myndugleikunum um, hvussu tey skulu fyrihalda sær.

John Rasmussen sigur við Sermitsiaq, at skal manningin á einum ferðamannaskipi í sóttarhald, tí illgruni er um corona-virus umborð, sleppur skipið ikki til bryggju, fyrr enn myndugleikarnir eru til reiðar at taka sær av støðuni.

##med2##

 

 

Havnarstjórin í Nuuk, John Rasmussen.