Ferðamannaskip úr Bahamas komið á Havnina

Astor tekur 650 ferðafólk

Fyri lítlari løtu síðani kom ferðamannaskipið Astor á Havnina. 

Astor varð bygt í 1987, og tað er skrásett á Bahamas. Tað er Cruise and Maritime Voyages Pty Ltd í Australia, sum eigur skipið. Seinastu tíggju árini hevur skipið siglt við ferðafólki í Evropa, og skipið røkir fyrst og fremst týska marknaðin.

Astor loysir frá kai aftur klokkan 18:30 í kvøld og setur kósina móti Lerwick í Hetlandi.

Tað er 176,5 metrar til longdar, 23,6 metrar breitt. Astor tekur 650 ferðafólk, og manningin telur 300.