Ferðin á útlánsvøkstrinum økist

Útlánsvøksturin vindur upp á seg. Royndir frá seinastu fíggjarkreppu vísa, at útlánini kunnu tvífaldast í eitt stutt tíðarskeið, og tí er neyðugt at halda neyvt eyga við gongdini. Tað skrivar Landsbankin millum annað í nýggjari frágreiðing um gongdina í bankageiranum

 

 

Vanligt er, at útlánsvøkstur er í banka­geir­anum, tað vil siga, at virðið á tí, sum bankar læna út, veksur. Út­lán­ini vuksu við 0,5% í miðal í 2014, men í 2018 var útlánsvøksturin 6%. Ferðin á útlánsvøkstrinum hevur verið vaksandi fleiri ár á rað.

Lutfallið við vøksturin í búskapinum

At ferðin á útlánsvøkstrinum veksur, er ikki ein trupulleiki í sær sjálvum. Men tá ið útlánini vaksa skjótari enn búskapurin, eiga ávaringarlampurnar at blunka. Hetta kann vera tekin um, at bankarnir slaka kredittkrøvini mótvegis viðskiftafólkunum, og harvið økist vandin fyri, at kundar ikki klára at rinda skuldina aftur, og at bankar fáa tap.

Enn er lutfallið millum vøksturin í útlánunum og vøksturin í búskapinum ikki so skeiklað, sum tað var undan seinastu fíggjarkreppu og undan kreppuni í 1990-árunun. Í báðum førum høvdu útlánini eitt ógvusligt uppsveiggj í mun til BTÚ áðrenn kreppan byrjaði.

##med2##

Fíggjarkreppan í 2008 vísti, at tað kann ganga skjótt skeiva vegin. Bara frá 2005 til 2008 vuksu útlánini við 8 milliardum krónum. Í 2006 vuksu útlánini við 25%, tá ið vøksturin í BTÚ var sløk 14%, og í 2007 vuksu útlánini við heili 37%, tá ið vøksturin í BTÚ var sløk 6%.

Av tí at gongdin kann venda so skjótt, er neyðugt at halda eyga við útlánsvøkstrinum, skrivar Landsbankin í nýggjastu frágreiðingini.