Ferðsla: Endaði á Landssjúkrahúsinum

- Tað er sera hált, og neyðugt er at ansa sær í ferðsluni, sigur løgreglan í kvøld, sum hevur lagt út eina ávaring.

 

Myndin er tilvildarlig.

Myndin er tilvildarlig.

 

Klokkan 16.35 seinnapartin í dag hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu og ávegis niðan móti Gøtueiði.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at óhappið hendi, tá tveir bilar, sum vóru á veg niðan brekkuna, gjørdist partur av ferðsluóhappi.

- Tað var hin aftari bilurin, sum koyrdi á hin fremra. Ein av persónunum í bilinum, sum rendi á, varð fluttur á skaðastovuna til kanningar.

Løgreglan vísir á, at tað er sera hált kring alt landið í kvøld, og tískil verður heitt á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni.

- Vit hava longu fingið fráboðanir um onkrar bilar, sum eru farnir á glið, men tíbetur er eingin stórvegis skaði hendur - sum er, sigur vaktleiðarin.

##med2##

 

 

Myndin er tilvildarlig.

Løgreglan ávarar bilførarar um hálku í kvøld.