Ferðslan nógv darvað í morgin

Strandferðslan hevur avlýst mest sum alla koyring hjá bygdaleiðum í morgin, og fleiri túrar á sjóleiðunum eru eisini avlýstir

ssl.fo

ssl.fo

Tað verður boðað frá nógvum vindi í nátt og í morgin. Sagt verður frá stormi og upp í ódn av suðri og útsynningi og regni.

Á ssl.fo verður boðað frá, at flestu bygdaleiðirnar eru avlýstar í morgin.

Smyril siglir av Krambatanga klokkan 11 og av Havnini klokkan 19. Teistin siglir ikki úr Skopun klokkan 6.45 og av Gomlurætt klokkan 7.25. Tað verður roknað við, at Teistin fer av Skopun klokkan 8.10.

Túrarnir hjá Ternuni av Havnini klokkan 6.45 og 7.45 verða ikki sigldir. Roknað verður við, at Ternan fer av Havnini og út til Nólsoyar klokkan 8.45, og at tað síðani verður siglt sambært ferðaætlanini.

ssl.fo