Ferðslunevndin: Tað er púra óforsvarligt at broyta tað

Tað er ikki pláss fyri øllum í Vágsbotni og tað verður ikki við mínum vilja, at bilar sleppa at koyra har, sigur Rani Wardum í Ferðslunevndini í Tórshavnar Kommunu

 

 

Carl August Arge, vinstrumegin, og Mortan Johannesen, eru fastir fusir í Vágsbotni, men teir eru ikki fegnir um pullartarnar, teir sita á, tí tað minkar munandi um søluna at fólk ikki sleppa til við bili

Carl August Arge, vinstrumegin, og Mortan Johannesen, eru fastir fusir í Vágsbotni, men teir eru ikki fegnir um pullartarnar, teir sita á, tí tað minkar munandi um søluna at fólk ikki sleppa til við bili

Tað verður ikki við mínum vilja at tað verður broytt. Tað sigur Rani Wardum, limur í Ferðslunevndini í Tórshavnar Kommunu.

Fyrr í vikuni skrivaðu vit um, at teir, sum vanliga eru á sølutorginum í Vágsbotni og selja fisk og aðrar matvørur, eru rættiliga ónøgdir við pullartarnar, sum eru settir upp beint frammanfyri sølutorgið, tí teir siga, at tað er ein stórur bági fyri søluni.

 

Les meiri um tað her: Eg føli meg jagstraðan burtur úr Vágsbotni

 

Les eisini: Her má okkurt gerast

 

Men teir høvdu ikki hálvtalað orð, so lovaði Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini í Tórshavnar Býráð, at loysa málið, og tað skuldi hann gera við at seta ein bumm fyri vegin innan fyri sølutorgið.

 

Les meiri um tað her: Mortan skal fáa frið at vera í Vágsbotni

 

Men tað kann vísa seg at verða lættari sagt enn gjørt hjá Boga Andreasen at broyta viðurskiftini. Í øllum førum sigur Rani Wardum, sum umboðar løgregluna í Ferðslunevndini hjá Tórshavnar Kommunu, kortanei til at gera nakrar broytingar.

– Tað verður ikki við mínari undirskrift, at nakað verður broytt, tí tað er púra óforsvarligt at broyta tað, sigur hann.

Hann sigur, at orsøkin til, at Vágsbotn er skipað sum tað er við sølutorgið og uttandura kaffistovum og skeinkistøðum, er, at undanfarna Tórshavnar Býráð vildi hava meiri lív í niðri í Vágsbotni

Tí hava kaffistovur og skeinkistøð fingið loyvi til at borðreiða uttandura.

Men Rani Wardum sigur, at uttandura borðreiðing við nógvum fólkum, eisini barnafamiljum og børnum, sampakkar ikki ikki við ferðslu og tí varð eitt forboðsskelti sett upp framman fyri sølutorgið, har tað varð boðað frá, at óviðkomandi koyring varð ikki loyvd.

Seinni fann býráðið so upp á at seta pullartar upp ístaðin. Spurningurin um pullartar hevur ikki beinleiðis verið viðgjørdur í ferðslunevndini, men tað er ikki yvir at dylja, at vit tóku undir við hesum, tí tað er ein upp aftur betri loysn enn eitt forboðsskelti, sigur hann.

Og hann sigur, at talan verður ikki um at broyta tað aftur, í hvussu so er ikki við vælsignilsi frá Ferðslunevndini.

Tað er eitt øgiligt fólk í Vágsbotni, og eisini nógv børn, og fyri ferðslutrygdina er tað heilt óforsvarligt at hava bilar koyrandi har eisini ímillum fólk og spælandi børn, sigur hann.

Hann vísir harafturat á, at tað er trongligt úti á bryggjuni undir Bryggjubakka, so verður nakað av ferðslu út tann vegin, verður vandi fyri ruðuleika, tá ið bilar skulu venda og møtast.

Annars vísir hann á, at Ferðslunevndin er tilmælandi, men at tað er býráðið, sum hevur myndugleikan. Men hann endurtekur, at tað verður ikki við hansara vilja, at viðurskifitini verða broytt, og at ferðsluforðingin verður flutt út um sølutorgið.

– Tað er ikki pláss fyri bæði ferðslu, fiskatorgið, og uttandura-borðreiðing í Vágsbotni, so skulu bilarnir fram at, má uttandura-borðreiðingin halda upp at, sigur Rani Wardum.

Carl August Arge, vinstrumegin, og Mortan Johannesen, eru fastir fusir í Vágsbotni, men teir eru ikki fegnir um pullartarnar, teir sita á, tí tað minkar munandi um søluna at fólk ikki sleppa til við bili