Ferðsluóhapp – ein handtikin fyri rúsdrekkakoyring

Eitt rímuliga ógvusligt ferðsluóhapp var fyri løtu síðani í Jónas Broncksgøtu í Havn.

 

 

Ein bilur steðgaði í vestaru síðu á gøtuni fyri at seta fólk av, tá ein bilur, ið helst kom koyrandi oman eftir Jónas Broncksgøtu, rendi á bilin, sum stóð stillur.

Bresturin var rættiliga harður, og tað sá ógvusligt út. Sjúkrabilur varð boðsendur, men eftir øllum at døma hevur eingin fólkaskaði verið.

Fleiri fólk vóru í bilinum, sum stóð stillur, og tveir persónar vóru í bilinum, sum rendi á. Ein kvinna, sum var í ákoyrda bilinum, var við barn og fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tey hava handtikið føraran á bilinum, sum rendi á, og sum hevði hug at rýma av staðnum. Hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Nú skulu so blóðroyndir takast av persóninum.

Sløkkiliðið kom á staðið fyri at beina bilarnar burtur.