Ferðsluóhapp í Hósvík

Fleiri neyðsynjarakfør eru í løtuni á veg til Hósvíkar, aftaná at løgreglan fyri løtu síðan fekk fráboðan um eitt ferðsluóhapp

Fleiri neyðsynjarakfør eru í løtuni á veg til Hósvíkar, aftaná at løgreglan fyri løtu síðan fekk fráboðan um eitt ferðsluóhapp á landsvegnum.

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at løgreglan er ikki komið á staðið, og tí er enn óvist hvat er hent, men sambært bilførarum, ið Miðlahúsið hevur tosað við, eru fleiri løgreglubilar, sløkkiliðið og sjúkrabilur í løtuni á veg til Hósvíkar.

Vit fylgja málinum.