Ferðsluóhapp í Norðragøtu

Klokkan 15:44 í dag fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu, omanfyri fótbóltsvøllin.

Óhappið hendi, har sunnara avkoyringin er til Norðragøtu. Tveir bilar rendu saman.

Tveir sjúkrabilar, løgreglubilur og sløkkiliðsbilur vórðu send á staðið.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tann bilurin, ið koyrdi úr Norðragøtu, ikki helt treytaleysu víkiskilduna. Tá ið hann kom út á vegin, rendu hann og ein annar bilur saman.

Tað var stórur matriellur skaði, og bilarnir máttu flytast.

Vakthavandi upplýsir, at ein persónur er farin á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Bilrøðirnar hava verið langar við Norðragøtu.

Løgreglan hevur leitt ferðsluna framvið staðnum.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##