Ferðsluóhapp og fleiri klipp í koyrikort

Ikki kann sigast, at tað hevur verið ein friðarlig nátt hjá løgregluni, og fleiri mál eru í morgun at síggja í døgnrapportini.

Ein maður varð tikin í Havn í gjár og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Eisini í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar ymsastaðni í landinum, og tað gjørdist til sjey mál, sigur vakthavandi.

Ein førari fekk treytaða frádøming av koyrikortinum, fýra fingu klipp í koyrikortið, meðan tveir førarar fingu bót.

Eitt ferðsluóhapp var eisini í Eysturoy, har ein bilur var farin útav. Løgreglan hevur illgruna um, at rúsdrekka var uppi í leikinum, og tað fer ein blóðroynd at vísa, sigur vakthavandi.

Eisini hevur verið eitt ferðsluóhapp verið á Ringvegnum í Havn í morgun, men løgreglan var júst komin á staðið, tá vit ringdu, og vistu tí ikki nógv at siga um hendingina.