Eitt ferðsluóhapp hevur fyri løtu síðani verið uttan fyri Norðskálatunnilin á Norðskálasíðuni.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at talan er frontalan samanstoyt millum tveir bilar, og at trý fólk vóru í bilunum.
Bæði løgregla og sjúkrabilur eru sendir á staðið.
Nógvir bilar eru á vegnum, og sambært vakthavandi gongur bilarøðin heilt inn í tunnilin, so heitt verður á bilførarar um at koyra varliga.