Ferðsluóhapp við Skipanes – vegurin stongdur

Eitt ferðsluóhapp hendi fyri løtu síðani á landsvegnum norðan fyri Skipanes. Í tí sambandi er vegurin fyribils stongdur, sigur løgreglan

Greitt er ikki, hvussu álvarsligt ferðsluóhappið er, men eygnavitni siga, at fleiri sjúkrabilar eru á staðnum, og at talan er um tveir bilar. Annar stendur tvørtur um vegin, og hin liggur oman fyri vegin.

Løgreglan kunnar nærri, tá koyrandi er aftur.