Ferðsluproppur: - Vit mugu taka tað við einum smíli

Løgreglan hevur nokk at gera í morgun, nú árligi skulkidagurin hjá Glasir-næmingum er

 

Í dag er árligi skulkidagurin hjá næmingum á Glasi. Næmingarnir hittust til veitslu um 02-tíðina í nátt og hava hildið á síðan tá. Í morgun hava næmingarnir so leitað sær niðan á Marknagil, har teir hava tarnað ferðsluni.

Løgreglan fekk boð um órógvið klokkan 07:15 og hevur havt úr at gera síðan tá. Tveir løgreglubilar hava verið til staðar við løgreglufólki í.

- Vit hava brúkt tveir tímar á Marknagili og roynt at fingið ferðsluna á glið aftur. Men tað er ikki bara bara, tí tey eru so nógv, so vit hava bara roynt at eftir besta fyrimuni, sigur vakthavandi hjá løgregluni.

- Vit mugu bara taka tað við einum smíli, sigur hann.

Ferðsluórógvið var verri fyrr í morgun, og nú er nøkunlunda tamarhald komið á.