Ferðsluruðuleiki í Havn og á Kambsdali

Næmingarnir í miðnámsskúlunum forða ferðsluni í morgun, so har er illa koyrandi

Hevur tú skund í morgun, og ert tú í bili, skal tú nokk halda teg burtur frá Marknagilsvegnum, og frá Kambsdali í morgun.

Í dag er nevniliga seinasti skúladagur hjá næmingunum í miðnámsskúla – og tað plagdu teir gera vart við, so at øll fáa tað tað.

Ein fastur táttur á skulkidegnum, sum tey kalla tað, hevur verið at fara á vegirnar at steðga bilum, og at forða fyri ferðsluni, og tað gera teir eisini í morgun.

Løgreglan sigur, at tað eru rættiligir ferðsluproppar bæði á Marknagilsvegnum, har Glasir er, og í Kambsdali, har miðnámsskúli eisini er.

 

##med2##

Har verða bilar steðgaðir, og nømingar býta okkurt út til bilførarar – hondspritt halda tey. og sum tað sæst á myndunum, eru bilarøðirnar rættiliga langar.

Løgreglan sigur, at tey fáa ikki gjørt so nóv við tað, tí tað er so umfatandi, og næmingarnir eru nógvir og politistarnir fáiir, men tey eru kortini til staðar og tryggja sær, at ferðslan gongur, so frægt, sum hon kann, at alt er friðarligt og at tað ikki fer yvir gevind.