Ferja við 1065 fólkum tók í botn

- Alt er í lagi, fólk eru rólig, og eingin er komin til skaða umborð á Princess Anastasia.

 

Í kvøld tók ferjan - Princess Anastasia - í botn út fyri Stokkhólmi í Svøríki. Ferjan var á veg úr svenska høvuðsstaðnum og skuldi til Helsinki, tá hon tók í botn við Lidingö.

Vaktartænasta, bjargingartænasta og løgregla vórðu send til hjálpar, og tíbetur vísti tað seg, at eingin av teimum tilsamans 1065 fólkunum umborð hevði fingið skaða. 

Princess Anastasia er nú sleipað aftur í havn í Stokkhólmi.

Tony Frank, sum er við í bjargingartænstuni, sigur við svenska blaðið Expressen, at streymurin fór umborð.

Hann heldur tað vera hugsandi, at tað var manningin sjálv, sum stýrdi skipinum, so tað tók í botn. Vitnir sóu, at eingi ljós vóru umborð á skipinum og boðsendu hjálp.

- Vit fingu fráboðan klokkan 18.12, og tað var ein persónur, sum ringdi og segði, at ferjan, sum sigldi uttan ljós, var farin av leið og móti Lidingö.

Bjargingarleiðarin, Isac Östman, sigur, at tey hava verið í samband við skipið. Alt er í lagi umborð, fólk eru rólig, og eingin er komin til skaða umborð á Princess Anastasia.