Fesk veljarakanning verður kunngjørd í kvøld

Gallup hevur seinastu dagarnar gjørt eina veljarakanning fyri Miðlahúsið, sum verður kunngjørd í Sosialinum í kvøld.

Fyrra kannignin, sum Gallup hevur gjørd upp undir løgtignsvalið bendi týðuliga á, at Jørgen Niclasen verður nýggjur løgmaður í eini borgarligari samgonu

Fyrra kannignin, sum Gallup hevur gjørd upp undir løgtignsvalið bendi týðuliga á, at Jørgen Niclasen verður nýggjur løgmaður í eini borgarligari samgonu

Hetta er onnur Gallup-veljarakanning, sum er gjørd síðani løgtingsvalið varð skrivað út. Tann fyrra varð kunngjørd í útvarpinum mánadagin.

Tann fyrra kanningin gav andstøðuni greiðan meiriluta – 18 tingsessir til andstøðuflokkarnar og 15 til samgonguflokkarnar.

Størstur var Fólkaflokkurin, sum fekk 24,1 prosent og 8 tingfólk.

Næstur Javnaðarflokkurin, sum fekk 21,1 og 7 tingfólk.

Sambandsflokkurin fekk 20,2 og eisini 7 tingfólk.

Tjóðveldið 18,2 og 6 tingfólk.

Sjálvstýri fekk 3,5 prosent og 1 tingsess.

Miðflokkurin 5 prosent og 2 tingfólk.

Framsókn 7,7 prosent og 2 tingfólk.

Nýggju flokkarnir fingu sambært kannigini onga umboðan á ting.

Kanningin, sum Gallup ger fyri Miðlahúsið, er tann fyrsta, sum er gjørd eftir at allir flokkarnir hava latið listarnir inn.

 

 

Fyrra kannignin, sum Gallup hevur gjørd upp undir løgtignsvalið bendi týðuliga á, at Jørgen Niclasen verður nýggjur løgmaður í eini borgarligari samgonu