Fiat 500e er komin til landið

Hóast elbilurin líkist sær sjálvum, er talan um ein heilt nýggjan og spennandi bil.

 

Bíligasti Fiat 500e kostar bert 197.900 krónur eftir mvg-afturbering. Hetta er fyrsti bilurin frá Fiat, ið er framleiddur sum elbilur frá grundini. Nýggi Fiat 500e er vaksin við seks sentimetrum í longd og breidd, og frástøðan millum akslarnar er økt við tveimum sentimetrum. 

 

Eyka hurð

Tann nýggi 3+1 hevur sama snið og stødd sum hini modellini, men munurin er, at hann hevur eina eyka hurð á høgru síðu. Hurðin verður latin upp aftur eftir og gevur betri pláss at koma inn á baksetrið við børnum og barnastólum.

Fiat 500e fæst sum hatchback, cabriolet og sum ein nýggjur sokallaður 3+1. Fýra útgávur eru at velja í: “Action”, sum er ein hatchback við einum battaríi á 23,7 kWh, 95 hk og koyrir upp til 180 kilometrar upp á eina løðing. Bilurin klárar 0-100 km/t upp á 9,5 sekund.

Ynskja viðskiftafólk ein bil, sum koyrir longri, er møguligt at keypa “Passion”, “Icon” ella “La Prima” ið bæði fáast sum hatchback, cabriolet og 3+1. Hesir hava eitt battarí á 42 kWh, sum klárar upp til 315 kilometrar upp á eina løðing. Hesi modellini hava ein elmotor við 118 hk, sum klárar frá 0-100 km/t upp á 9 sekund. Toppferðin er 150 km/t.

 

Kunnu bíleggjast

Allar útgávur av tí nýggja Fiat 500e kunnu nú bíleggjast hjá Nordcar. Fyrsti bilurin, sum er komin á goymslu, er Fiat 500e “La Prima”, ið er tann best útgjørda útgávan. Prísurin á Fiat 500e “La Prima” er 267.900 krónur við mvg-afturbering.

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Nordcar. Eru spurningar um Fiat 500e, eru fólk vælkomin at venda sær til Nordcar á [email protected] ella á telefon 290077.