Fíggjarætlanin í Eysturkommunu samtykt

Á býráðsfundi fyrr í vikuni samtykti bygdarráðið í Eysturkommunu fíggjarætlanina fyri 2021

Samlaðu inntøkurnar verða 119,5 mió. Rakstrarútreiðslurnar verða 98 mió. Hetta er ein hækking uppá  3,9%, hækkingin er í høvuðsheitum lønarhækking uppá 2% og økt játtan til eldrasamstarvið Nánd.

Ætlaðu íløgurnar í 2021 verða 62 mió. Størstu íløgurnar eru 30 mió. til nýggja barnagarðin við Gøtugjógv, 10 mió. til útbygging av eldrasambýlinum Giljagarði í Leirvík. 5 mió. eru avsettar til sjóhitaverkæltanin í Leirvík, og 4 mió. eru avsettar til útstykking í Leirvík. Peningur er eisini settur av til umvæling av skúlanum við Gøtugjógv, havnaverkætlanina undir Gøtueiði, umframt fleiri aðrar smærri íløgur.

Avdráttirnir í 2021 verða 7,8 mió. og rentuútreiðslurnar verða 1 mió. Samlaða úrslitið (RLÚ) verður eitt hall á 43 mió., og úrslitið aftaná avdráttir verður 50,7 mió.

Skattaprosentið verður óbroytt 21, og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur 8.000,00 kr.