Fíggjarætlanir skulu halda

Nýggi stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, viðgongur, at arbeiðið og serliga fíggjarstýringin hjá stovninum als ikki hevur verið í lagi. Men hann lovar, at málið í framtíðini er, at fíggjarætlanir skulu halda

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki (Mynd: Álvur Haraldsen)

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki (Mynd: Álvur Haraldsen)

– Eg vóni at vera við til at broyta mannagongdir og hugburð á Landsverki, so at vit vera dugnaligari at fáa fullfíggjaðar verkætlanir, har alt er tikið við. Vit hava nú broytt mannagongdir og betrað munandi um okkara fíggjarstýring, so at vit kunnu hava yvirlit til einhvørja tíð, hvussu gongur við teimum ymisku verkætlanunum fíggjarliga, sigur Sigurd L. Lamhauge.

Vera stolt av arbeiðsplássi

Landsverk hevur seinastu árini ligið tungt í sjónum og fingið sera nógvar átalur, tí at verkætlanir hjá stovninum ikki hava hildið. Serliga hevur talan verið um Glasir og H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, sum hava kostað fleiri hundrað milliónir krónur meira enn upprunaliga ætlað. Avleiðingin var, at táverandi landsstýriskvinna við mentamálum fór úr starvi, og seinni varð leiðslan í Landsverki eisini skift út.

1. oktober í fjør tók Sigurd L. Lamhauge við sum nýggjur stjóri, og hann hevur nú mannað skútuna aftur við nýggjum deildarleiðarum.

– Tað hevur ikki altíð verið so hugaligt hjá starvsfólki á Landsverki ella hjá mær, um eg havi verið í einum føðingardegi ella aðrastaðni, har fólk eru komin saman, at hoyra viðmerkingar frá fólki um eitt ella annað, har Landsverk ikki hevur hildið játtanina ella okkurt líknandi og so at skulu verja hetta. Hjá vanligum starvsfólki, ið ikki hava havt so stóra ávirkan á viðurskiftini, hevur tað ikki altíð verið so stuttligt. Eg eri sjálvur nýggjur í hesum og kann bara royna at gera tað betur. Um atfinningarnar eru fakligar, so er tað í lagi, sigur Sigurd L. Lamhauge.

Hann vísir á, at starvsfólkini ikki skulu skammast av sínum arbeiðsplássi, men heldur vera stolt av tí.

– Tað er týdningarmikið, at vit avrika væl. Annars haldi eg, at trivnaðurin er góður á Landsverki, sigur Sigurd L. Lamhauge.  

Frágreiðing útsett til jóansøku

Tá ið nýggi stjórin á Landsverki varð settur, varð álagt honum sum eina av sínum fyrstu uppgávum at gera neyðugar tillagingar og broyta stovnin til nútíðar tørv, leiðslu- og fyrisitingarhugburð. Hann skuldi eisini tryggja og styrkja álitið á stovnin, bæði innanhýsis, millum manna og í mun til politisku skipanina.

Ein frágreiðing um hesi viðurskifti skuldi leggjast fyri landsstýrismannin í seinasta lagi á vári 2020. Jørgen Niclasen umsitur málsøkið. Enn er tó eingin frágreiðing komin.

– Ætlanin var at hava frágreiðingina klára til páskir, men koronasmittan órógvaði. Nú er okkara ætlan at hava frágreiðingina klára til jónasøku, 24. juni, sigur stjórin á Landsverki.

Lesið alla samrøðuna við Sigurd L. Lamhauge, stjóra Landsverk í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið. Blaðið kann eisini lesast her.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki (Mynd: Álvur Haraldsen)