Josef: Teir eldru gingu undan

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Josef Abrahamsen hjá Kyndli taka samanum sigurin ímóti KÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við toppskjúttin hjá Kyndli, Josef Abrahamsen, sum við sínum sjey málum gjørdi sítt til, at Kyndil vann 26-24 á KÍF fyrr í kvøld.

 

Josef heldur, at teir eldru spælararnir hjá Kyndli gingu undan, og traðkaðu í karakter. Josef viðgongur tó, at tað var strævið í fyrra hálvleiki, tá hann føldi, at marginalarnir koppaðu til KÍF, tá talan er um returbóltar. Josef heldur, at Kyndil fekk vent hesari gongdini í seinna hálvleiki.

 

Fyri Kyndil hevði tað alstóran týdning at vinna, og teir grønu eru nú bert tvey stig frá seinna FM finalu-plássinum, har KÍF enn liggur við átta stigum.