Filmsbrot: Spegilsklárar myndir av Titanic

Titanic liggur á 3.800 metra dýpi í ein landsynning eystan úr Ný Foundlandi.

 

 

Stívliga 107 ár eftir, at Titanic fór úr Southampton í Onglandi og byrjaði sína jomfrúferð hin 10. apríl í 19012, kann nú eitt spegilsklárt filmsbrot síggjast av vrakinum.

Bert fýra samdøgur eftir, at skipið loysti, rendi tað á eitt ísfjall og sakk á umleið 3.800 metra dýpi einar 340 fjórðingar í ein landsynning eystan úr Ný Foundlandi.

Hetta gjørdist ein ógvuliga stór vanlukka - ein hin størsta skipsvanlukkan, sum mannaættin veit um. 2224 fólk við Titanic, harav 1514 doyðu.

Á hesi leinkju sæst filmsbrotið - https://www.youtube.com/watch?v=GLOhSJrUqX0