Fimm føroyingar heiðraðir fyri stórt avrik

Teir hava allir framt stór avrik, ið hava verið føroyska fuglalívinum at frama. Tað sigur Føroya Fuglafrøðifelag, nú tey hava gjørt av at heiðra fimm føroyskum fuglafrøðingum.

Teir fimm fuglafrøðingarnir, sum eru heiðraðir, eru Bergur Olsen, Andrias Reinert, Aksal Poulsen, Erik Mortensen og Jens-Kjeld Jensen. Heiðurin var ein standmynd av gróti við nøvnunum á teimum á, umframt einum teksti, ritaðum á.

 – Í meiri enn ein mansaldur, hevur Bergur Olsen, lívfrøðingur, havt eftirlit við ritu og lomviga, og haraftrat hevur hann kannað heilsustøðuna hjá okkara lundastovni, sigur Fuglafrøðifelagið.

– Sostatt hevur hann staðið fyri fuglakanningum í yvir 40 ár, og tær hava eitt ovurstórt vísindaligt virði, sigur felagið.

Umframt hetta lívsverk, hevur Bergur staðið fyri, og verið við í, nógvari aðrari sjófuglagransking í Føroyum, og hevur hann eisini arbeitt fram ímóti eini betri skipaðari rottutýning.

Andrias Reinert er tann, sum at kalla gekk undan Bergi Olsen, og tað var hann, sum setti sjøtul á at kanna og ringmerkja føroyskan lomviga.

##med2##

Hetta førdi beinleiðis til, at fuglakanningarstøðin varð løgd aftrat Havrannsóknarstovuni og enn virkar í dag.

Í Havn er hann eisini kendur fyri sínar royndir við føroysku gásini og øðrum húsdjórum, og hann gjørdi eisini eina forvitnisliga roynd at sleppa rýpum út sum veiðufugl í Føroyum.

Aksal Poulsen er ein av høvuðsmonnunum at seta Føroya Fuglafrøðifelag á stovn. Við ágrýtni og hollari fuglavitan hevur hann í fleiri áratíggju miðlað og vegleitt í sínum lokalumhvørvi, og hann hevur eisini Føroya størsta savn av útstappaðum fuglum, sum hann síðani hevur latið til Sumbiar kommunu.

##med3#

– Aksal hevur havt eitt serligt hegni til at eygleiða sjáldsaman fugl og úrslitið av tí eru nógvar serstakar eygleiðingar í Sumba og Akrabergi.

Hann hevur eisini havt ein týdningarmiklan leiklut í at navngeva fuglarnar í bókini “Fuglar í Norðurhøvum” eftir Dorete Bloch og Søren Sørensen.

– Tað er ikki uttan orsøk, at hann í Suðuroy er kendur sum “fuglamaðurin”, sigur Fuglafrøðifelagið.

Erik Mortensen var eisini við til at stovna Føroya Fuglafrøðifelag og hansara áhugi hevur í høvuðsheitum verið tann vanligi føroyski búfuglurin.

Í mong ár hevur hann hjálpt við ringmerking, samskift við fuglagranskarar og varpað ljós á ymisk náttúruverndarviðurskifti so sum verju av lunda, lomviga og ymiskum heiðafugli.

Hann hevur skrivað nógv um rottueftirlit og týdningin av at forða, at hon kemur í fleiri oyggjar.

Jens-Kjeld Jensen hevur, síðan hann flutti til Føroya í sjeytiárunun, virkað fyri at fremja vitan um føroyskan fugl og náttúru annars.

##med4##

– Við sjáldsomum ágrýtni hevur hann staðið fyri at ringmerkjaog kanna alskyns føroysk fuglasløg, og við hjálp frá konu síni, Maritu Gulklett, og øðrum samstarvsfeløgum, hevur hann miðlað hesa vitan í einum ótali av føroyskum og útlendskum tíðarritum. 

Aksal V. Poulsen á fuglasavni sínum í Sumba

Andrias Reinert

Jens-Kjeld Jensen, høgrumegin, fær viðurkenningna frá Sjúrði Hammer, Fuglafrøðingi