Fimm fólk doyðu, tá kjallarin á hesum hotellinum fyltist við kókandi vatni. Mynd: Foto: Russian Emergency Ministry Press Service.

Fimm fólk doyðu av kókandi vatni

Syrgiliga hendingin kann føra til, at tað ikki longur verður loyvt at hava hotell í kjallaranum í íbúðarbygningum í Russlandi.

Fimm fólk doyðu, tá kjallarin á hesum hotellinum fyltist við kókandi vatni. Mynd: Foto: Russian Emergency Ministry Press Service.

 

Fimm fólk doyðu og seks fingu skaða, tá kjallarin í einum hotelli í Perm í Russlandi fyltist við kókandi vatni, tí eitt heittvatnsrør fór at leka. 

Øll tey, sum doyðu, harímillum eitt barn, búðu á hotellinum, tá hendingin fór fram mánanáttina. Trý av teimum raktu, sum sluppu við lívinum, eru flutt á sjúkrahús við brunasárum.

Tað upplýsa russiskir myndugleikar, sum nú hava sett eina kanning í verk, har eitt nú hyggjast skal eftir, um trygdarkrøv eru hildin.

The Moscow Times veit at siga, at lítla hotellið var í kjallaranum í einum íbúðarhúsum, og her vóru níggju kømur. 

Hildið verður, at syrgiliga hendingin kann føra til, at tað ikki longur verður loyvt at hava hotell í kjallaranum í íbúðarbygningum.

Í samband við hesa hending hevur verið sagt, at eingi vindeygu vóru í kømrunum í kjallarahotellinum, og sagt verður eisini, at her var bara ein rýmingarleið.

 

 

Fimm fólk doyðu, tá kjallarin á hesum hotellinum fyltist við kókandi vatni. Mynd: Foto: Russian Emergency Ministry Press Service.