Fimm nýggj feløg sett á stovn

Nógv virksemi varð skrásett í vinnuskránni í farnu viku

Fimm nýggj feløg sóu dagsins ljós í farnu. Tað vísir seinasta yvirlitið hjá Buisness-Line yvir virksemið í vinnuskránni.

Tey fimm feløgini, ið blivu sett á stovn í farnu viku, eru smápartafelagið Hentze, ið fer at reka vøddamýkingarstøð og virksemi tí líkt, íverksetarafelagið CoHub, ið fer at reka virksemi innan vøruflutningstænastu og annað vanligt flutningsvirksemi, íverksetarafelagið Simonsen, ið fer at reka ymiskt arbeiðsvirksemi, smápartafelagið 72.74, ið fer at eiga og reka bátar og skip, og smápartafelagið Högaból, ið fer at reka virksemi innan handil.

Umframt nýgg feløg eru ymiskar fráboðanir um broyttar viðtøkur, stjóraskifti og strikað feløg.

Til ber at síggja allar broytingarnar við at trýsta á her.