Fimm skúlar søkja eftir fyrstilærarum

Uttanríkis- og mentamálaráðið søkja eftir fyrstilærarum til Skopun, Hósvík, Velbastað og Fossanes og eftir útoyggjalærara til Kirkju-Hattarvíkar skúla

 

 

Starvið sum fyrstilærari í Skopunar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2020. Í Skopunar skúla eru 27 næmingar í 1. - 5. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Tveir lærarar, umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum. 

Í Velbastaðar skúla eru 37 næmingar í 1. - 7. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Fýra lærarar umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Í Skúlanum á Fossánesi eru 30 næmingar í 1. - 7. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Tríggir lærarar og tveir stuðlar í tíðaravmarkaðum starvi umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Í Hósvíkar skúla eru 8 næmingar í 1. - 3. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Ein lærari umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Í Kirkju/Hattavíkar skúla verða 2 næmingar, ein næmingur í 6. flokki og ein í 8. flokki. Útoyggjalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans. Hann undirvísir í øllum lærugreinum og hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Í dag er seinasti dagur at søkja hesi fýra av størvunum, meðan freistin til starvið í Skopun er 25. mai.